dcsimg

Mási ( Faroese )

provided by wikipedia emerging languages

Fiskimási (frøðiheiti - Laridae), vanliga bara kallaður mási, er heldur størri enn likka. Á kápuni er hann grábláur. Um strendur og firðir okkara er hann allan veturin at síggja. Allur másafuglur í Føroyum er gráur ella bláligur á bakinum. Likka reiðrast niðri í haganum. Hon er flytifuglur og heldur til við strendurnar í Portugal og Marokko um veturin. Fiskimási og svartbakur síggjast ofta saman við likku.

Bakur, eisini nevndur svartbakur, er størstur av másunum og líkist likku í útsjónd. Fiskimási og bakur reiðrast ofta í homrum og onkuntíð í bølum á grasfløtum. Fiskimási og flest allir bakar eru støðufuglar. Bakur og fiskimási drepa nógvan sjófugl, serliga ritu og lunda.

Sløg

Sí eisini

license
cc-by-sa-3.0
copyright
Wikipedia authors and editors

Mási: Brief Summary ( Faroese )