dcsimg
Image of tea-leaved willow
Creatures » » Plants » » Dicotyledons » » Willow Family »

Tea Leaved Willow

Salix phylicifolia L.

Pálmapílur ( Faroese )

provided by wikipedia emerging languages
 src=
Leyv og kallrekil av pálmapíli.

Pálmapílur (Salix phylicifolia) er ein runnur av pílafamiljuni, ið kann blíva uml. 4-5 metrar høgur. Greinarnar eru reydligar og uppbendar. Bløðini eru blonk og myrkagrøn á ovara borði, loðin og grágrøn í niðara borði. Pálmapílur er einkyndur, kall- og kvennplantur hvør sær, og eru bæði kall- og kvennreklar gráligir á liti. Pálmapílur blómar í mai ella juni, treytað av vakstrarstaði.

Útbreiðsla: Pálmapílur veksur í vátlendi í Norðurevropa til Vestursibiria og í Norðuramerika. Í Føroyum, Skotlandi og Írlandi er hann sjáldsamur nú, orsakað av seyðabiti.

Pálmapílur í Føroyum: Pálmapílur er størsti pílur, ið veksur í Føroyum, og kann hann gerast okkurt um 2 metrar høgur her. Á mongum upprunaligum vakstrarplássum er hann horvin, bara í Hvalvík veksur hann í stórum tali. Í katólskari tíð brúktu føroyingar greinar av hesum píli til páskagudstænastur, til minnis um pálmagreinarnar, ið lagdar vóru á vegin, tá ið Jesus reið inn í Jerúsalem; harav navnið 'Pálmapílur'.

Sí eisini

Ávísingar úteftir

license
cc-by-sa-3.0
copyright
Wikipedia authors and editors

Pálmapílur: Brief Summary ( Faroese )

provided by wikipedia emerging languages
 src= Leyv og kallrekil av pálmapíli.