dcsimg

Snákur ( Faroese )

provided by wikipedia emerging languages

Snákur (danskt - snog, latín - Natrix natrix el. Tropidonotus natrix) er eitt slag av (eiturleysari) slangu. Snákurin er eyðkendur av teim gulu blettunum hann hevur í nakkanum. Snákurin er vanligur í Danmark og í meginpartinum av Europa.

Snákurin heldur mest til í vátlendi ella í námindi av bóndagørðum, í køstum har hann verpur egg síni. Snákur verpur millum 20 og 40 egg í juni/juli mánað.

Størsti snákur ið er fangaður í Danmark máldi 132 cm, men miðalstøddin er uml. 100 cm fyri kvennsnákin ið er størri enn kallsnákurin.

license
cc-by-sa-3.0
copyright
Wikipedia authors and editors